Óvissa um næmingagjøld

Óvissa um næmingagjøld
Løgtingsins umboðmaður hevur biðið Mentamálaráðið endurskoða heimildirnar fyri næmingagjøldum á FHS- og SIT-útbúgving og gera tær sjónligari hjá fólki
Løgtingsins umboðsmaður hevur skrivað til Mentamálaráðið.
 
24.09.2026 - 06:30

Løgtingsins umboðmaður hevur biðið Mentamálaráðið endurskoða heimildirnar fyri næmingagjøldum á FHS- og SIT-útbúgving og gera tær sjónligari hjá fólki.

Eftir at fólk í 2024 og 2025 vendu sær til umboðsmannin um næmingagjøld á Glasi, kannaði umboðsmaðurin tey.

Umboðsmaðurin helt ikki, tað var nóg sjónligt, at landsstýrisfólkið hevði heimilað skúlum at taka næmingagjøld.

Heldur ikki var nóg sjónligt, hvat gjøldini fevndu um ella, hvussu tey vóru góðkend. 

Mett var ikki, at heimildin fyri næmingagjøldum á FHS- og SIT-útbúgving loyvdi gjald fyri annað enn ljóstøk ella tað, sum kemur í staðin fyri ljóstøk.

Mentamálaráðið skal tryggja sær, at næmingagjøldini eru innan fyri heimildina og standa mát við útreiðslurnar, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585