Breddin: Grønland og verjuavtalan

Breddin: Grønland og verjuavtalan
Hevur USA fingið tað trygdarpolitiskt burturúr, sum ætlanin var, tó uttan at fáa Grønland, og hvussu við grønlendska sjálvsavgerðarrættinum, verður spurt í sendingini
Avtalan er undirskrivað, men hvat nú, verður spurt í Breddanum í dag.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
24.09.2026 - 09:21

Er nú friður um Grønland?

Týsdagin var nýggja verjuavtalan millum Grønland, Danmark og USA undirskrivað. Ein avtala, sum gevur USA víðkaðar karmar fyri hernaðarligt virksemi í Grønlandi, men sum samstundis staðfestir danska fullveldið og grønlendska sjálvsavgerðarrættin.

Men hvør hevur í veruleikanum fingið hvat burtur úr avtaluni? 

Hevur USA fingið tað, sum USA trygdarpolitiskt vildi hava - men uttan at fáa Grønland?

Og so er spurningurin, hvat avtalan merkir fyri framtíðina hjá Grønlandi.

 

 

Tí avtalan staðfestir sjálvsavgerðarrættin hjá grønlendingum.

Men verður Grønland einaferð sjálvstøðugt, so leggur avtalan upp til, at Grønland framvegis skal vera partur av NATO og halda fram við verjuavtaluni.

Hvussu frítt stendur eitt framtíðar sjálvstøðugt Grønland í veruleikanum?

Birita í Dali, stjórnmálafrøðingur, sum hevur búð í Grønlandi í fleiri ár, og Heini í Skorini, lektari og ph.d. í altjóða politikki, vera í útvarpsstovuni.

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809