Reyði krossur: Kommunur skulu lata 10 krónur fyri hvørt fólkið

Reyði krossur: Kommunur skulu lata 10 krónur fyri hvørt fólkið
Runavíkar kommuna viðger málið í dag
Kommunufelagið hevur skotið upp eina kommunupartnaraskipan, har skotið verður upp, at kommunurnar lata ein árligan stuðul, sum er 10 kr. fyri fólkið árini 2026-2028.
 
24.09.2026 - 10:07

10 kr. fyri hvørt fólk í kommununi.

Tað stendur í ætlan, sum Reyði krossur hevur lagt fyri Kommunufelagið.

Ætlanin er um eina kommunupartnaraskipan, har skotið verður upp, at kommunurnar lata ein árligan stuðul, sum er 10 kr. fyri fólkið árini 2026-2028.

Runavíkar býráð viðger málið i dag. 

Trivnaðarnevndin hjá býráðnum tekur undir við at gerast kommunupartnari hjá Reyða krossi.

Fíggjarnevndin tekur prinsipielt undir við málinum, men vísir á, at peningur ikki er settur av til endamálið í ár, og mælir til, at málið verður tikið upp í sambandi við komandi fíggjarætlanarviðgerð.

Stuðulin í ár hevði verið 44.400 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334