Ivasamt um føroyingar fáa nýggjasta demensheilivágin

Ivasamt um føroyingar fáa nýggjasta demensheilivágin
Hann er ógvuliga dýrur og krevjandi samanborið við gagnið, sum fæst burturúr, sigur leiðandi yvirlækni
Tormóður Stórá er leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum.
Mynd: Ingolf S. Olsen  
 
26.09.2026 - 12:41

Fyri fyrstu ferð síðani aldarskiftið er nýggjur heilivágur fyri Alzheimer-sjúkuna komin á marknaðin, sum í hvussu er í summum førum er staðfestur at kunna hjálpa, um hann verður latin tíðliga í sjúkugongdini.

Men tað er ov tíðliga hjá føroyskum Alzheimers-sjúklingum og teirra avvarðandi at gleða seg. Tí tilmælini frá danska heilivágsráðnum, Medicinrådet, verða næstan altíð fylgd í Føroyum.

Talan er um tvey sløg av nýggjum heilivági, lacanemab og donanemab. Og tað fyrra, lacanemab, hevur longu fingið krakk frá danska heilivágsráðnum.

 


Tað er ov tíðliga hjá føroyskum Alzheimers-sjúklingum og teirra avvarðandi at gleða seg um nýggasta demensheilivágin. (Savnsmynd)

 

Orsøkin er, at gagnligi virknaðurin hjá sjúklinginum er sera avmarkaður samanborið við kostnaðin, hósast danska heilivágsráðið viðurkennir, at lacanemab kann seinka sjúkugongdini, so at sjúklingurin kann varðveita størri lívsgóðsku eitt sindur longur.

Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum,  hevur ikki stórvegis vónir um, at hin heilivágurin, donanemab, fær betri lagnu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Tórmóð Stórá:

 

25092026_Demensheilivagur

 

 

 


 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928