- Tíðindi, mentan og ítróttur
Karlstad heldur fram

Karlstadtænastan heldur fram, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.
Sernámsdeildin skal veita hana.
Higartil hevur tænastan verið avmarkað til børn og ung við Down-syndromi.
Í framtíðini fara eisini onnur børn og ung við stórum, varandi ella samansettum mál- og samskiftisavbjóðingum at fáa tænastuna.
Atgongdin til tænastuna verður ikki longur knýtt at einari ávísari sjúkuavgerð, men at tørvinum hjá barninum ella tí unga.
Tænastan er tó treytað av, at nøktandi veitarar kunnu fáast.
Sernámsdeildin fer í næstum at tosa við verandi og møguligar nýggjar veitarar og gera neyðugar avtalur.
Karlstadtænasta er amboð, sum verður brúkt til at stimbra málið, taluna og aðrar samskiftishættir hjá børnum og vaksnum.


























