Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum

Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
Fuglfirðingurin Jógvan Julius Joensen, sum frá ungum árum búði í Gilleleje, upplivdi sjálvur víðagitnu hendingina, tá jødar krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju
Hjúnini Ada og Jógvan Julius Joensen vóru nærmastu grannar við Gilleleje kirkju, har 60-80 jødar krógvaðu seg á kirkjuloftinum. Fuglfirðingurin Jógvan Julius var eisini virkin í mótstøðurørsluni í Gilleleje undir krígnum
Mynd: Páll Joensen  
 
28.09.2026 - 18:10

Millum 60 og 80 danskir jødar, sum ikki sluppu við bátum yvir um Oyrasund til Svøríkis, krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju, tí dagin eftir skuldu teir sleppa við báti. Men um náttina 7. oktober 1943 umringaði Gestapo kirkjuna og fann jødarnar og fór avstað við teimum.

Jógvan Julius Joensen var millum tey fáu lokalu, sum upplivdu hesa hending, og hon fylti nógv hjá honum. Hann var annars við í mótstøðurørsluni og, eins og nógv onnur í Gilleleje, hjálpti hann jødunum at sleppa við bátum yvir til Svøríkis

Hann giftist undur við Adu Andersen úr Gilleleje, og tey fingu fimm børn.

Jógvan Julius var avskorin frá Føroyum alt kríggið. Hann sigur, at hann royndi fleiri ferðir at skriva bræv, men hoyrdi einki aftur. Sjálvur smuglaði hann nøkur brøv við fólki til Svøríkis, sum var uttanveltað. Annars høvdu Føroyar ógviliga nógv at siga fyri hann, og hann vitjaði ofta aftur í Føroyum - seinastu ferð tá hann var 90 ára gamal.

1835034

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025