- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðlar á sama marknaði fáa ymsar treytir

Arbeiðsgevarafelagið undrast á, at 10 prosent av játtanini hjá løgtinginum til miðlastuðul verður býtt eftir, hvar miðilin hevur høvuðssæti.
Staðseting sigur ikki í sjálvum sær nakað um virksemið, og kann hava við sær, at miðlar, sum annars virka á sama marknaði, fara at hava ymsar treytir, sigur felagið.
Føroya arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at verkætlanarstuðulin verður strikaður, og stuðulin í staðin verður knýttur at rakstrinum hjá miðlunum.
Hetta styrkir miðlar, sum hava veruligan journalistikk og starvsfólk.
Sum meginregla heldur Arbeiðsgevarafelagið, at almennar stuðulsskipanir eiga at vera einfaldar, gjøgnumskygdar og byggja á javnbjóðis treytir, skrivar felagið í hoyringarsvari um uppskotið hjá landsstýrinum um miðlastuðul.

























