- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aalborg váttar: Elias gjørt fýra ára sáttmála

Elias Ellefsen á Skipagøtu skiftir úr THW Kiel til Aalborg í bestu donsku hondbóltsdeildini næsta summar.
Tað váttar danska stórfelagið í morgun.
Leysasøgurnar hava gingið í longri tíð, og síðsta leygardag skrivaði Portalurin, at føroyska hondbóltsstjørnan hevði skrivað undir sáttmála við norðurjútlendingarnar.
Sáttmálin er galdandi frá 2027 til 2031, skrivar Aalborg Håndbold á síni heimasíðu.
- Aalborg er størsta og best rikna felagið í Norðurlondum, og tí vildi eg fegin verða partur av. Tí var tað fyrsti prioritetur, tá tann møguleikin kom, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu sambært heimasíðuni hjá felagnum.
- Málið um at røkka evropeiska tindinum hóvar mær, og eg gleði meg at gerast partur av einum spennandi hópi við nógvum góðum spælarum og gera mítt til, at felagið vinnur uppaftur meir, sigur føroyski spælskiparin, sum á pappírinum avloysir Juri Knorr, sum fer til PSG næsta summar.
- Teknikkurin og styrkin í duellspælinum eru teljast millum hansara stóru styrkir, og hann er ikki bangin fyri at taka ábyrgd í avgerandi støðum, hóast hann framvegis er lutfalsliga ungur, sigur ítróttastjórin Martin Larsen.



























