Avroðið endar í skeivum ovni

Avroðið endar í skeivum ovni
Nógv avroð frá fletting endar sum burturkast. Nú skal tað gerast lættari hjá føroyingum at bíleggja hjørtu, livur, blóð og annað avroð beinleiðis frá bóndum
29.09.2026 - 19:39

Í dag varð flett á Skemmugarði á Sandi. Har verður nógv av seyðinum gagnnýttur, men eftirspurningurin eftir avroði er ikki tann sami, sum hann einaferð var.

– Eftirspurningurin kundi verið størri, heldur Pauli Sandoy, bóndi á Skemmugarði.

Tá flett verður kring landið, endar ein partur av avroðnum sum burturkast, sum verður brent hjá IRF. Sambært Paula Sandoy fer alt ov nógv gott tilfeingi fyri skeytið.

Tað vil IRF broyta. Við heimasíðuni avroð.fo skal tað vera lættari hjá fólki at bíleggja avroð beinleiðis frá bóndum. Samstundis fáa bøndurnir betri møguleika at vita frammanundan, hvussu nógv avroð teir skulu taka frá.

Pauli Sandoy fegnast um átakið, men enn bíðar hann eftir, at fleiri bíleggingar koma inn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541