Meira føroyskt í pottin og á borðið

Meira føroyskt í pottin og á borðið
Landsstýrið ætlar at styrkja føroyska matframleiðslu
Føroyskt grønmeti.
 
25.09.2026 - 06:41

Landsstýrið ætlar at styrkja føroyska matframleiðslu. 

Endamálið við tí er, at føroyingar meira enn nú kunnu keypa føroyskar matvørur fyri ein prís, sum kann sammetast við prísin á útlendskum vørum.

Hetta kann gerast við størri landbúnaðarstuðli.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu.

Hon spurdi, um landsstýrið ætlar, at Føroyar vera sjálvbjargnar í matvøruframleiðslu.

Landsstýrismaðurin sigur, at landbúnaðarstuðulin er hækkaður nakað.

Hann umfatar nú eisini grøði. 

Jacob Vestergaard sigur, at ætlanin er harumframt at styrkja føroysku kjøtframleiðslu.

Hann sigur, at viðvíkjandi veitingartrygd eru vit í Føroyum sum heild væl fyri.

Men eyðsæð eru nakrir veikleikar, er talan er um long tíðarbil við órógvi á innflutning. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890