Í myndum: Virðislønir M.A. Jacobsens 2026

Óluva Zachariasen, journalistur, var orðstýrari, tá M.A. Jacobsens virðislønir blivu handaðar.

Kvinnukórið Fljóðljóð framførdi tveir sangir undir leiðslu av Ábirni Berthelsen.

Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráði, bað vælkomin.

Elsa Berg, borgarstjóri, handaði virðislønirnar vegna Tórshavnar kommunu.

Jón Kragesteen, limur í dómsnevndini fyri barnamentan, kunngjørdi, at Urd Johannesen fekk M.A. Jacobsens virðislønina fyri barnamentan 2026 fyri bókina "Konguvág".

"Konguvág" er fyrsta bókin, Urd Johannesen, hevur skrivað. 

"Konguvág" er serliga ætlað til at stimbra hugin hjá dreingjum at lesa, segði Urd Johannesen, rithøvundi, í síni takkartalu. 

Bergur D. Hansen, limur í dómsnevndini fyri fagrar bókmentir, kunngerð, at virðislønin verður latin Trygva Danielsen fyri bókina "hey :)".

Trygvi Danielsen, rithøvundi, var tíverri burturstaddur, og tí var tað pápi hansara, Danny Danielsen, ið tók ímóti virðislønini vegna sonin. 

Barbara Gaardlykke Apol, limur í dómsnevndini fyri yrkisbókmentir, kunngerð, at virðislønin verður lati Tóru Effersøe Mortensen og Anniku Kunoy Im fyri bókina "Tað, sum eftir er".

Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im, sum í dag eiga og og reka Kvinnu, vóru rørdar, tá tær takkaðu fyri heiðurin.

Hesir fittu dreingirnir eru ernir av mammuni, ið hevur fingið stóran heiður fyri bókina "Tað, sum eftir er."

Jákup Bogi Joensen, limur í nevndini fyri mentanaravrik, kunngerð, at virðislønin verður latin Suna Merkistein, fjølmiðlamanni.

Suni Merkistein tekur ímóti M.A. Jacobsens virðislønin fyri mentanaravrik 2026. 

Suni Merkistein, fjølmiðlamaður, nýtti høvið at takka øllum teimum, ið hava hjálpt honum fram á leið í fakinum og framleiðsluni av sínum mongu dokumentarsendingum. 

Er kopiera