- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umleið fjórði hvør hevur ilt í búkinum

Í Føroyum hava vit hægsta títtleika í heiminum, tá tað snýr seg um kroniskar tarmsjúkur.
Tað merkir, at nógvir føroyingar - umleið fjórði hvør - hevur ilt í búkinum.
Men hvørji sjúkueyðkenni skalt tú halda vakið eyga við, og nær eigur tú at fara til lækna?
Hesum spurningunum svarar Katrin Olsen, sum er serlækni í gastroenterologi og hepatologi, í Heilsuhorninum hesa vikuna.
Sambært serlæknanum eru ávís sjúkueyðkenni, ið vit altíð eiga at reagera uppá.
- Blóð í avføringinum og broyting í avføringsmynstrinum samstundis sum tú kennir teg sjúkan, hevur ilt í búkinum og kanska fepurkenslu og tapir teg, hetta eru alarm-sjúkueyðkenni, sum tú skalt fara til lækna við, sigur Katrin Olsen, ið dagliga arbeiðir sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum á livur, maga, tarm ambulatoriinum.
Í Heilsuhorninum greiðir Katrin Olsen frá kroniskum tarmsjúkum og svarar spurningum frá lurtarum.
Sendingina kanst tú hoyra her.



























