- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlabørn á Tvøroyri fáa ikki snildfon, fyrr enn tey eru 15 ár

Skúlastýrið í Tvøroyrar skúla hevur tikið stig til at gera ein sáttmála millum foreldur, har tey skriva undir, at børnini ikki skulu fáa snildfon, fyrr enn tey fylla 15 ár.
Undirtøkan var stór, tá sáttmálin varð undirskrivaður við skúlabyrjan í ár, sigur Annika Jónsveinsdóttir Nolsøe, forkvinna í skúlastýrinum í Tvøroyrar skúla.
Skúlastýrið skrivar á heimasíðuni hjá Tvøroyrar skúla, at friðurin er undir trýsti. At hvørt mansbarn skal ganga við allari verðini í lummanum, hóttir tryggu, føroysku barnaverðina. Børn eru ikki búgvin at handfara hetta, og støðugt fleiri trívast illa og kenna seg máttleys, sigur skúlastýrið.
Annika Jónsveinsdóttir Nolsøe, forkvinna í skúlastýrinum í Tvøroyrar skúla, og formaðurin í næmingaráðnum í Tvøroyrar skúla, Óðin Hammerfoss, vóru í sendingini Radio SALT mikukvøldið.
Sambært forkvinnuni í skúlastýrinum er størsta avbjóðingin at fáa foreldrini at sløkkja sínar snildfonir.
Nýggi formaðurin í næmingaráðnum í Tvøroyrar skúla, Óðin Hammerfoss, tekur undir við ætlanini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Øll samrøðan, sum var í Radio SALT, kann hoyrast HER:


























