Viðhvørt gera mamma og dóttir sangirnar saman

Viðhvørt gera mamma og dóttir sangirnar saman
Í Studio 5 hesa ferð vitja Anna Marita á Rógvi og Turið Andreasen, ið báðar eru í bólkinum GAIA
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.10.2026 - 12:27

Anna Marita á Rógvi hevur skrivað sangirnar, sum verða spældir beinleiðis úr Studio 5 hesa ferð.

Í flestu førum eigur hon bæði orð og lag, men eisini hevur hon onkuntíð samstarvað við mammu sína, Svannu Jákupsdóttir.

Mamman eigur eitt nú tekstin í seinasta sanginum, ið verður spældur, Eitt lítið blunk.

Umframt at syngja spælir Anna Marita á Rógvi gittar og keyboard.

Turið Andreasen, ið eisini er í studio, spælir violin og syngur kór.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Báðar eru tær limir í GAIA. Tað eru ikki færri enn níggju ungar kvinnur, ið eru í bólkinum.

Hóast Anna Marita ger tónleikin, so eru tær allar felags um at leggja hann til rættis.

Tað er bara ein fyrimunur fyri endaliga úrslitið at hoyra nógvar ymiskar meiningar, eru tær samdar um.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Tær lýsa stílin sum eina samanrenning av poppi, indie og fólkatónleiki. Fyrsta framførsla hjá GAIA var á Open Mic í august.

Nú sleppa tær aftur at royna seg, tí bólkurin er við í øðrum umfari í tónleikakappingini Sement, ið verður 10. oktober.

- Vit eru við til stuttleikar siga tær, men dylja kortini ikki fyri, at tær fara at gera sítt besta til tess at koma í finaluna.

Umfarið er longu útselt, men Kringvarpið vísir Sement beinleiðis í sjónvarpinum.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Enn er ikki vist, hvussu framtíðin hjá GAIA verður, men Anna Marita sigur, at hon fegin vildi sloppið í studio við tónleikinum.

Sangirnir, sum verða spældir live í Studio 5, eru: Áskoðari, Gud á eitt skateboard og Eitt lítið blunk.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Anna Marita á Rógvi og Turið Andreasen


 
1835736

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339