Andstøðutingmaður heldur, at landsstýrisfólk ferðast ov nógv

Andstøðutingmaður heldur, at landsstýrisfólk ferðast ov nógv
Steffan Klein Poulsen sigur, at tað er ofta, at landsstýrisfólk, sum varða av málum, eru ikki í tinginum, tá tingmál verða viðgjørd og fyrispurningar skulu svarast
Steffan Klein Poulsen hevur spurt løgmann, hví landsstýrisfólk ferðast so nógv, og hvat tað kostar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.10.2026 - 13:23

Hví ferðast landsstýrisfólk so nógv uttanlands? Og hvat kostar tað?

Tað vil Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hava løgmann at svara.

Hann vísir á, at tað er ofta, at landsstýrisfólk, sum varða av málum, eru ikki í tinginum, tá tingmál verða viðgjørd og fyrispurningar skulu svarast.

Spurningurin, sum Steffan Klein Poulsen hevur sett løgmanni, er ein grein 52a spurningur, og freistin hjá løgmanni at svara er 13. oktober.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02102026_Steffan

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129