Poul fær kjansin frá byrjan

Poul fær kjansin frá byrjan
Poul Kallsberg fær kjansin frá byrjan í staðin fyri Áka Samuelsen á føroyska liðnum, sum annars er líkt tí, ið spældi ímóti Kasakstan
Poul Kallsberg byrjar inni ímóti Slovakia
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
02.10.2026 - 18:37

Poul Kallsberg fær kjansin frá byrjan í Nation League-dystinum ímóti Slovakia á Tórsvølli.

Hann avloysir Áka Samuelsen, sum hevur spælt mestsum fulla tíð síðstu tveir dystirnar, á føroyska veinginum.

Fimm aðrar broytingar eru á liðnum í mun til útidystin í Moldova týsdagin, og tað merkir, at føroyska liðið annars er í somu útgávu sum í heimadystinum ímóti Kasakstan.

Odmar Færø kemur inn fyri Samuel Chukwudi, Martin Agnarsson og Jóannes Kalsø Danielsen koma inn á vongbakkarnar fyri Viljorm Davidsen og Jann Benjaminsen, og Jóannes Bjartalíð kemur inn á miðvøllin fyri Mattias Hellisdal. Í fremstu røð er Petur Knudsen komin inn aftur fyri Adrian Justinussen.

 

Føroyska byrjanaruppstillingin

Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (L), Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson - Poul Kallsberg, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen; Petur Knudsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342