- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Dyrnar gloppaðar inn í framtíðina hjá føroyska tónleikapallinum
Sement 2026 fór av bakkastokki leygarkvøldið, og í ár er tað Lillian Dalsgaard, ið fólk flest kenna úr Faroe5, ið er vertur.
Fyrstur á pallin í ársins Sement-kapping var Rasmus Vigant, ið er kendur úr Óró, Xperiment og Mark The Messenger, sum fyrstu ferð royndi seg einsamallur á pallinum við einum gittara.
Dóttir spælir eitt sindur døkkan, alternativan popp/rokk, sum til tíðir leggur seg upp at tí, ið verður kallað shoegaze.
Hipp hoppararnir úr Havn, Lazar Ilic og Baldur Holm úr Nettup, sita og lýða á, áðrenn teir skuldu á pallin. Teir eru longu favorittar til at vinna Sement 2026.
Handan pallnavnið Dóttir býr Súsanna Herálvsdóttir, sum er føroysk, men búsitandi í Danmark. Súsanna arbeiðir við nýggjar plátu, "Kavarok", ið skjótt kemur út.
Áhugin fyri at fáa eitt innlit í nú- og framtíðina á føroyska tónleikapallinum er stórur, tí tað var fullsett í Reinsarínum til fyrsta umfar av Sement 2026.
Ógvuslig pallræðsla hevur gjørt, at Claus í Grund av Toftum hevur hildið seg aftur við at framføra alment. Men til fyrsta umfar av Sement bleiv tað broytt, hóast nógv stóð á honum.
Sement 2026 verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, og sjóvarpsvertirnir, Rebekka Manuela Behrens og Finnur Koma, vóru hugtikin av framførsluni og søguni hjá Claus í Grund.
Grótbrotið úr Miðvági, har Lukas Páll Wiberg er oddamaður, er ímyndin av einum kjallaraorkestri, og her skal "orkestri" úttalast við fleiri i-um í endanum. Grótbrotið eru fýra vinmenn, ið hava funnið saman í eitt orkestur, tí teir elska tónleik og at upptraðka. Og so ger tað ikki orkestrið har vesturi frá minni sjarmerandi, at teir hava kasta sín alsk á eitt av grundevnunum í modernaðum tónleikinum, blús, sum teir hava blandað við rokki og síðani latið eitt sindur av Vágasoundi útí.
Eimyrja hevur ikki bara tikið sær navn eftir eiminum, sum hevur hildið lív í føroyingum í fleiri øldir. Tað gløðir sanniliga eisini í Áki Lützen og hinum í Eimyrju.
Gerhard Páll Lognberg er sterkur og sannførandi sangari og oddamaður í Eimyrja.
Øll undanumførini og finalan í Sement verða send í sjónvarpinum.
Vertir fyri sjónvarpssendingini eru royndu fólkini Rebekka Manuela Behrens og Finnur Koba.
Nógv hevði staðið á limunum í Eimyrju, tí tað hevði verið heitt á pallinum, og so gekk ein bassur fyri, meðan ein skál hjá trummuspælaranum, Eivindi Niclase, hoppaði av stativinum, meðan teir framførdu.
Sement er meira enn bara ein kapping, tí tað er eisini eitt innlit inn í nú- og framtíðina hjá føroyska tónleikapallinum. Men Sement er sanniliga eisini høvið at hitta aðrar tónleikarar og onnur tónleikaáhuga. Her er tað Rasmus Vigant, ið dagliga býr í Århus, sum minglar.
Rokkstjørnur síggja ofta gott út, og so hava tær eisini ofta feit nøvn. Alt tær fortreytirnar lýkur Lazar Ilic, oddamaður í Nettup.
Høgan kulfaktor hevur hin helvtin av Nettup, Baldur Holm, ið stendur fyri øll tí elektroniska, so sanniliga eisini.
Eyðkenda, erpna havnar-eygnabragdið (swagger) rýkur av Lazar Ilic og Baldur Holm, sum longu hava ein rættiliga stóran fjepparaskarða. Tað er ein her-kom-vit-hugburður, ið er ólukksáliga sjarmerandi til tíðir, men kann eisini vera sera irriterandi til aðrar, um fólk ikki hava nakrar gávur at hava hugburði í. Og nettup tað hava ungu menninir í Nettup.
Lazar Ilic hertók frá fyrsta sekundi, hann stóð á pallinum, Sement við sínum hvøssu rímum og stóra sjálvsáliti.
Dómsnevndi í fyrsta umfari av Sement, Niels Arge Galán, Elinborg Pálsdóttir og Páll Oddur Rubeksen, høvdu eina trupula uppgávu leygarkvøldið at velja tvey nøvn at fara víðari til finaluna.
Tann annars altíð so smílandi Elinborg Pálsdóttir í einari álvarsamari løtu handa tjaldið til Sement, tá tey í dómsnevndini skuldu velja tvey nøvn, sum skuldu sleppa í finaluna.
Hóast Sement er ein tónleikakapping, so er tað góða huglagið í Reinsarínum í sambandi við Sement altíð nakað, ið verður framhevja av bæði luttakarum og áhoyrarum. Her eru tað Bartal Læarsson úr Dóttir og Gerhard Páll Lognberg, ið hugna sær saman, meðan dómararnir sita og døma.
Stór gleði á Edvini H. Niclasen og hinum í Eimyrju, tá tað er greitt, at teir hava vunnið seg úr fyrsta umfari og í Sement-finaluna.
Nýggju stjørnuskotini á føroyska tónleikahimmalinum, Lazar Ilic og Baldur Holm, úr hipp hopp-bólkinum Nettup.
|
|








































