Landsstýrismaðurin um sendistovur: Langt millum orð og gerðir

Landsstýrismaðurin um sendistovur: Langt millum orð og gerðir
Hóast Bárður á Steig Nielsen hevur fingið greitt at vita frá løgmanni, at sendistovan í Ísrael skal ikki niðurleggjast, væntar hann ikki, at samgongustevið verður ávirkað
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
 
05.10.2026 - 11:17

Beinir Johannesen, løgmaður og formaður í Fólkaflokkinum, hevur gjørt greitt, at sendistovan í Telaviv í Ísrael skal ikki niðurleggjast.

Hann segði við útvarpið um vikuskiftið, at hetta hevur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður i uttanríkismálum, fingið at vita, bæði fyri og eftir at fíggjarlógaruppskotið var lagt fram. 

Bárður á Steig Nielsen, sum eigur uppskotið um at niðurleggja sendistovuna, ásannar, at tað onkuntíð kann vera langt millum orð og gerð í politikki.

 


Jenis av Rana var landsstýrismaður í uttanríkismálum, tá sendistovan í Ísrael læt upp. 

 

Hann sigur, at niðurleggja sendistovur byrjaði longu áðrenn samgonguskjalið varð undirskrivað.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at ætlanin um at niðurleggja sendistovuna í Tel Aviv er ikki tikin úr leysum lofti.

Hóast løgmaður nú hevur gjørt greitt, at sendistovan í Ísrael skal ikki lata aftur, væntar Bárður á Steig Nielsen ikki, at hetta fer at ávirka sjálvt samgongustevið, men hann vísir á, at tað er neyðugt at tora at fremja bygnaðarbroytingar.

Hoyr innslag í í útvarpstíðindunum: 

 

05102026_Bardur_og_sendistovur

 

Sí eisini: Sendistovan í Tel Aviv fer ongan veg

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162