- Tíðindi, mentan og ítróttur
MBM á grønlendska marknaðin við mjólkarvørum
MBM á grønlendska marknaðin við mjólkarvørum
Karmarnir í ríkisfelagsskapinum gera, at tað er lætt at fáa mjólkina til Grønlands, sigur Tony Weyhe, stjóri í Mjólkavirki búnaðarmanna.

Føroyskar mjólkarvørur eru nú komnar á handilshillarnar í Grønlandi.
05.10.2026 - 13:33
MBM er komið á grønlendska marknaðin við haldførari mjólk og róma.
- Karmarnir innan ríkisfelagsskapin gera, at tað er lætt at fáa mjólkina til Grønlands, sigur Tony Weyhe, stjóri í Mjólkavirki búnaðarmanna.
Tony Weyhe er stjóri í MBM.
MBM samstarvar við Pisiffik-handilsketuna í Grønlandi.
Michael Gúnzel, handilsleiðari í Pisiffik í Nuuk, er nøgdur við samstarvið við MBM.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
05102026_MBM_og_Gronland
Meiri verður at frætta um MBM og grønlendska marknaðin í Degi og Viku í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























