Ógreitt hvussu verður við Stenomiðstøðini

Ógreitt hvussu verður við Stenomiðstøðini
Rindar landið størri meira fyri Stenomiðstøðina enn upprunaliga ætlað, kann tað hava ta avleiðing, at aðrar íløguætlanir vera seinkaðar, sigur landsstýriskvinnan
Novo Nordisk hevur fingið at vita, at ætlanin at byggja Stenomiðstøðina oman á C-bygningin á Landssjúkrahúsinum er slept.
 
06.10.2026 - 08:02

Enn er ikki gjørt av, hvussu verður við Stenomiðstøðini, ætlanin er at byggja í Føroyum. 

Ikki er greitt, hvør fíggingarleisturin verður, og hvør rindar ein møguligan meirkostnað.

Landsstýrið hevur ikki bundið seg til at bygggja Stenomiðstøð, sama hvat hon kostar.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

 

Dýrari enn 62 mió.

Landsstýriskvinnan sigur, at landsstýrið og Novo Nordisk Fonden hava avtalað, at Novo Nordisk Fonden letur landsstýrinum 62 mió. kr. til Stenomiðstøð. 

Landið skal byggja miðstøðina.

Partarnir hava eisini avtalað, hvat skal gerast, um ikki kann byggjast fyri 62 mió. kr. Tilboðini eru størri enn 62 milliónir.

Og landsstýrið hevur boðað Novo Nordisk Fonden frá tí, og at ætlanin at víðka C-bygningin á Landssjúkrahúsinum er slept.

Hvat nú hendir er óvist.

 

Avmarkaður íløgukarmur

Løgukarmurin hjá landinum er avmarkaður, sigur landsstýriskvinnan. 

Um landið rindar ein størri kostnað fyri Stenomiðstøðina enn upprunaliga ætlað, kann tað hava ta avleiðing, at aðrar íløguætlanir vera seinkaðar, møguliga eisini í heilsuverkinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Hon sigur eisini, at tá hugsað verður um tørvin hjá fólki við diabetes á serviðgerðartilboðum, serliga serlæknaviðgerðir, ber ikki til at hava Stenomiðstøðina í Klaksvíkar sjúkrahúsi ella Suðuroyar sjúkrahúsi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241