Eingin játtan til barnsburðartunglyndi

Eingin játtan til barnsburðartunglyndi
Landið hevur játtað 450 túsund krónur at fyribyrgja burðartunglyndi í ár. Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár er eingin játtan til endamálið
06.10.2026 - 19:24

Ein góð byrjan er eitt fyribyrgjandi sálarheilsutilboð til allar kvinnur í viðgongutíð og eftir barnsburð. Í fjør vórðu játtaðar 150 túsund krónur til royndarverkætlanina, sum eitur Ein góð byrjan. Tað er eitt ókeypis tilboð til kvinnur í viðgongutíð og eftir barnsburð, sum uppliva ótta ella tunglyndi í samband við barnsburð. Í ár er játtanin trífaldað og er 450 túsund krónur.

Ein út av fýra kvinnum í viðgongutíð og ein út av fimm eftir barnsburð stríðast við sálarliga við mistrivnað, ótta og tunglyndi, sigur Rannvá Sloan Jørgensen,sálarfrøðingur.

Men í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár eru eingir pengar settir av til endamálið. Sólrun Foldbo, fakligur stjóri hjá Gigni, er alt annað enn fegin.

- Tað er eitt stórt afturstig fyri hesar mammurnar, sum hava fingið hjálp gjøgnum hetta tilboðið, og ikki minst fyri børnini og fyri familjuna annars. Vit skrina hesar mammurnar, og so verða tær ávístar til kommunulækna, og so kann hann ávísa til sálarfrøðing. Og so skal mann sjálvur finna sær ein sálarfrøðing, sum hevur tíð. Og so blívur tað eisini ójavni í tilboðunum, tí tað eru kanska ikki øll, sum hava ráð at fara til sálarfrøðing.

Sí innslag úr Degi og viku, har kjak við gesti eisini er.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040