- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at hækka prísin á landsjørð
Ætla at hækka prísin á landsjørð
Dýrasti fermeturin fer nú at kosta 183 krónur. Hann kostar sambært galdandi kunngerð 137 kr.

Dýrasti fermeturin fer nú at kosta 183 krónur, sum er fyri velt lendi og væl dyrkingarbært lendi í høvuðsstaðarøkinum. (Savnsmynd)
07.10.2026 - 08:16
Vinnumálaráðið ætlar at hækka prísirnar fyri almenna jørð.
Uppskot um at broyta kunngerðina um prísir fyri landsjørð er sent til hoyringar.
Dýrasti fermeturin fer nú at kosta 183 krónur. Hann kostar sambært galdandi kunngerð frá 2007 137 kr.
Hetta er fyri velt lendi og væl dyrkingarbært lendi, sum liggur væl fyri í høvuðsstaðarøkinum.
Minsti fermetraprísur verður 60 kr.
Jørðin er ikki líka nógv verd allastaðni. Minsti fermetraprísur verður 60 krónur.
Hann er fyri haga, sum ikki er gott bit, og ikki er dyrkingarbærur í útoyggj og millum bygda.
Tann prísurin er nú 22 krónur.
Besta jørðin verður seld eftir meting.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























