- Tíðindi, mentan og ítróttur
Google skal gevast at byggja dátumiðstøðir í Finnlandi

Arbeiðið við tveimum Google-dátumiðstøðum, sum standa í gerð í Finnlandi, skal halda uppat, meðan bíðað verður eftir lógarásettum umhvørvisárinsmetingum, krevja myndugleikarnir.
Fyritøkan Tuike Finland, sum umboðar Google, er biðin um at gevast við øllum fyrireikandi arbeiði “sum fer at ávirka umhvørvið munandi” innan 23. oktober, - eitt nú at høgga niður trø, burturbeina mold, grava, knúsa grót, kryvja og flyta tilfar. Arbeiðið at gera byggiveg og goymsluøki skal eisini halda uppat.
Tvær støðir
Felagið arbeiðir við tveimum dátumiðstøðuverkætlanum í finsku kommununum Muhos og Kajaani.
Google sigur, at felagið var í góðari trúgv, og arbeiddi við skógrøktarlógini sum grundarlagi.
Felagið sigur seg hava gjørt náttúrukanningar í økinum.
Sum liður í ætlanunum um fyrilit fyri landslagnum í økinum og stuðul til lívfrøðiliga margfeldið sigur Google, at tey fara at seta niður trø á einum 1,3 ferkilometrar stórum øki í Muhos.


























