Náttúran kann lekja okkum

Náttúran kann lekja okkum
- Í ein ávísan mun kann náttúran virka sum heilivágur fyri eitt nú strongd og tunglyndi, sigur danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geilsling
 
07.10.2026 - 13:00

- Enn manglar nógv gransking á økinum, men eg vil siga, at í ein ávísan mun kann náttúran virka sum heilivágur.

Orðini eigur kendi, danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling.

Sambært honum er tað av alstórum týdningi, at vit brúka meira tíð úti í náttúruni. Bæði børn og vaksin.

- Tá tað snýr seg um mentala heilsu, so er eingin ivi um, at náttúran ger nakað gott við okkum. Og eisini fyri okkara fysisku heilsu. So heldur enn at fara inn í eina venjingarmiðstøð, kann mann viðhvørt fara út í náttúruna, sigur Peter Qvortrup Geisling.

Hann vísir á, at náttúran eisini hevur eginleikar at fáa okkum at seta ferðina niður, og tað er nakað, okkum øllum tørvar:

- Vit eru ikki gjørd til tann lívsstílin, sum flestu okkara hava í dag. Vit hava ov nógv um oyruni og átaka okkum ov nógvar uppgávur. Úti í náttúruni fáa vit ein steðg frá øllum meldrinum, tí tempoið verður automatiskt sett niður, og tað eru júst hesir steðgirnir, sum vit hava brúk fyri, sigur Peter Qvortrup Geisling.

 

Í Heilsuhorninum hesa vikuna forklárar Peter Qvortrup Geisling, hvussu náttúran í fleiri førum kann virka lekjandi á okkum menniskju.

Sendingina hoyrir tú her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391