- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjaldsjavnin næstan tíggjar milliardir í avlopi
Gjaldsjavnin næstan tíggjar milliardir í avlopi
Avlopið á føroyska gjaldsjavnanum 2025 var góðar 700 milliónir krónur størri enn í 2024

Gjaldsjavnin hevur milliardir í avlopi.
08.10.2026 - 06:55
Avlopið á føroyska gjaldsjavnanum 2025 var góðar 700 milliónir krónur størri enn í 2024.
Avlopið í fjør var slakar 2,8 milliardir krónur.
Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013, skrivar Hagstovan.
Inntøkurnar í fjør vóru slakr 20 milliardir krónur og útreiðslurnar vóru góðar 17 milliardir.
Vøksturin í avlopinum stavar í stóran mun frá, at vørusølan uttanlands fór úr 11,6 milliardum krónum í 2024 upp í 13,3 milliardir krónur í 2025.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























