- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norska skaðanevndin fer ikki at kanna samanstoyt
Norska skaðanevndin fer ikki at kanna samanstoyt
Illgruni er um fólk á øllum trimum skipunum, sum stoyttu saman við Ålesund sunnunáttina

Norska skaðanevndin fer ikki at kanna samanstoytin millum trý skip við Ålesund sunnunáttina.
Mynd: NTB
08.10.2026 - 08:37
Norska skaðanevndin fer ikki at kanna samanstoytin millum trý skip við Ålesund sunnunáttina.
Eitt teirra var føroyska Hav Frakt.
Tað hevur hon ikki skyldu til sambært norsku sjólógini.
Manningartrot er eisini orsøkin, sigur Dag Liseth, deildarleiðari hjá skaðanevndini við NRK.
Illgruni er um fólk á øllum trimum skipunum, sum stoyttu saman.
Men politiið er ikki komið so langt við kanningunum enn, at nakar er skuldsettur.
Eingin teirra, sum illgruni er um, játtar at hava gjørt nakað revsivert.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























