- Tíðindi, mentan og ítróttur
Equinor: Stórt bakkast um Rosebank ikki verður góðkend

Verður oljukeldan Rosebank ikki góðkend, verður tað eitt stórt bakkast.
Tað ávarar norska oljufelagið, Equinor, bretsku stjórnina um, sambært heimasíðuni, orkan.fo
Hóast stjórin í norska oljufelagnum Equinor, sum er partur av útbyggingini av oljukelduni Rosebank við føroyska markið, roknar við, at útbyggingin fær grønt ljós, tá avtornar, ávarar hann tó bretsku stjórnina um avleiðingarnar, um hon noktar at góðkenna útbyggingina.
Loyvi frá 2001
Tað gjørdi Anders Opedal greitt á ráðstevnu í "Energy Intelligence Forum" í London um dagarnar. Hann segði, at Rosebank er eitt gamalt loyvi frá 2001. Oljan varð funnin í 2004, og avgerðin um íløgu varð tikin í 2023.
Opedal vísti til stevnuskránna hjá Labour, har sagt verður, at verandi loyvi skulu virðast.
- Undanfarna Keir Starmer-stjórnin segði, at Bretland var opið fyri vinnuligum virksemi. Vit hava søkt um góðkenning tvær ferðir, og Adura hevur gjørt alt, sum biðið er um, sigur hann sambært heimasíðuni, orkan.fo.
Bretska stjórnin fer helst henda mánaðin at taka endaliga avgerð um lagnuna hjá Rosebank eins og Jackdaw-gasskelduni í Norðsjónum.


























