
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Landsstýrið leggur sparingar fram í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, men hevur hug at vikast, tá politisk mótstøða og trýst kemur haðani, sparingarnar raka.
Tað er ein av niðurstøðunum hjá politisku viðmerkjarunum, Árna Gregersen og Bjørt Samuelsen, sum í Breddanum fyrrapartin viðgjørdu fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár.
Sendistovan í Tel Aviv skuldi lata aftur, men verður kortini varðveitt.
Kommunurnar mótmæla ætlanini um at strika havnargjøldini hjá Strandferðsluni, og landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur latið upp fyri at játta pengar aftur til serlæknapuljuna.
Sambært politisku viðmerkjarunum kann hetta gerast ein trupulleiki hjá samgonguni, sum hevur lagt fram eina fíggjarlóg við einum sera avmarkaðum avlopi upp á 13,5 milliónir krónur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Fíggjarlógin er til viðgerðar í løgtinginum í dag, og verður eftir tað beind í fíggjarnevndina.
Allur Breddin kann hoyrast her