- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Ein fótbóltsgøla fyri milliardir

Frá at vera eitt felag, sum stríddist í triðbestu deildini, hevur Manchester City seinastu árini verið eitt av mest sigursvandu fótbóltsfeløgum í Onglandi.
Men nú eru myrk skýggj at hóma yvir felagið.
Ein óheft nevnd hevur funnið Manchester City sekt í 114 av 115 ákærupunktum um brot á fíggjarreglurnar í Premier League.
Felagið sigur seg ikki hava gjørt nakað galið, og hevur kært úrskurðin.
Men hvørjar avleiðingar kann hetta fáa?
Kann City missa stig, meistaraheiti - ella kann tað enda við, at felagið verður tvingsilsniðurflutt til ein av lægru deildunum í Onglandi?
Og hvat merkir málið fyri trúvirðið hjá enskum fótbólti?
Tað viðgera vit í Breddanum í dag. Tróndur Arge, ítróttarjournalistur, og Eli Thorsteinsson, løgfrøðingur, vera í útvarpsstovuni.
Breddin klokkan 10.

























