Maria Tórgarð ársins sálarheilsuvirðisløn 2026

Maria Tórgarð ársins sálarheilsuvirðisløn 2026
Í gjár fekk Maria Torgarð: Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2026 fyri filmin Mammuskepilsi.
 
11.10.2026 - 15:27

Hetta var ordiliga fantastiskt, tað vóru orðini hjá Mariu Torgarð, leikstjóra sum í gjár fekk handað Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2026, sum sinnisbati letur fyri at varpa ljós á sálarheilsu. 

Leikstjórin Maria Torgarð  hevur fyrr í ár fingið bæði Geytavirðislønina og Áskoðaraviðurslønina fyri filmin Mammuskepilsið. 

Í september vann filmurin virðislønina sum besti stuttfilmur á filmsfestivali í Nuuk og stutt eftir fekk filmurin eisini serliga heiðran á Nordisk Panaorama í Malmø.
 
Ikki einasta virðislønin
Í næstu viku, fær Maria Torgarð enn eina viðurkenning fyri sama film á einari sálarheilsustevnu í Glasgow. og hálvan november skal filmurin sýnast á heimildarfilmsfestivali í New York.

- Hann er øðrvísi á tann hátt, at tað ikki er ein filmsvirðisløn, og tað kanska snýr seg meiri um tey fólkini, sum eru rørd av filminum, meiri enn at tað snýr seg um handverkið í sjálvum sær. Á nógvan hátt er tað so nógv størri.

Sárbært og viðkvæmt
Mammuskepilsi er ein hybrid Heimmildar stuttfilmur, sum snýr seg um sambandi millum Mariu Torgarð og mammu hennara Katarinu Nólsøe, sum fekk staðfest sálarsjúku, tá Maria var níggju ára gomul.

- Tað er jú nokkso sárbært og viðkvæmt, hetta evnið, men eg giti, at eg hevði nokk ikki torað at gjørt henda filmin, um mamma mín ikki hevði gjørt yrkingarsavnið og leikin áðrenn. So tað er kanska orsakað av hennara dirvi, at eg havi torað at gjørt filmin.

Yrkingarstavið hjá Katarina Nólsøe, sum sipa verður til, eitur: "Leitanin eftir at verða". og kom út í 2019

 

Hoyr innslag úr útvarpstíðindunum.

1837328

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531