- Tíðindi, mentan og ítróttur
Liviligari hjá LGBT+ í Ungarn

Ungarska tjóðartingið hevur samtykt eina lógarbroyting, sum fer at gera tað meira liviligt hjá LGBT+ felagsskapinum í landinum.
Stjórnin hjá undanfarna forsætisráðharranum, Victor Orban, fór í 2020 undir at avtaka LGBT+ rættindi við tí grundgeving, at tað var fyri at verja børnini.
Tann lógin, sum upprunaliga var ætlað at geva harðari revsing fyri barnamisnýtslu, bleiv víðkað til eisini at fevna um eitt forboð móti at promovera samkyndleika til øll yngri enn 18 ár. Seinni bleiv hon eisini brúkt sum grundarlag fyri at banna Pride-skrúðgongum.
Stórur meiriluti fyri
Men Euronews skrivar, at nýggja lógarbroytinging, sum bleiv samtykt í tinginum í dag við 139 atkvøðum fyri og 51 ímóti, ger tað ikki longur ólógligt at ímynda ella promovera kynsligan ymisleika í tilfari, sum børn eisini hava atgongd til.
Í staðin sigur lógin nú bara, at børn yngri enn 18 ár skulu verjast móti tilfari, sum kann álvarsliga órógva likamligu, sálarligu, kensluligu og moralsku menningina hjá barninum.
Victor Orban var forsætisráðharri í Ungarn í 16 ár, áðrenn hann fyrr í ár tapti valið móti Peter Magyar. Hesi 16 árini hevur Ungarn havt millum strangastu LGBT+ lógir og reglur í Evropa.
Nýggi forsætisráðharrin, Peter Magyar, sigur sambært Euronews, at lógarbroytingin ger, at LGBT+ rættindi í Ungarn nú samsvara við ES-reglur.


























