Hálv onnur milión til 14 filmsverkætlanir

Hálv onnur milión til 14 filmsverkætlanir
Tilsamans komu 36 umsóknir inn, og søkt varð um 5,4 milliónir krónur
Størstu stuðulsupphæddina, 250.000 krónur, fekk heimildarfilmurin "Menniskja" hjá Rúnu V. Højgaard. (Savnsmynd)
 
14.10.2026 - 16:00

Mentanargrunnur Landsins hevur játtað 1,5 milliónir krónur í stuðli til 14 filmsverkætlanir.

Tað skrivar Mentanargrunnurin í tíðindaskrivi.

Tilsamans komu 36 umsóknir inn, og søkt varð um 5,4 milliónir krónur.

Størstu stuðulsupphæddina, 250.000 krónur, fekk heimildarfilmurin "Menniskja" hjá Rúnu V. Højgaard.

Heimildarfilmurin "Hatta tosa vit ikki um" fekk 200.000 krónur, og "Semd" hjá Jan Lamhauge fekk 190.000 krónur.

Stuðulin verður latin til at menna og framleiða føroyskar filmar, bæði spælifilmar, heimildarfilmar og aðrar filmsverkætlanir.

Samlaða filmsjáttanin hjá Mentanargrunni Landsins er í ár 6,6 milliónir krónur, og stuðul verður latin fýra ferðir um árið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655