Vitlíkismyndir av kynsligum ágangi móti børnum eru eisini ólógligar

Vitlíkismyndir av kynsligum ágangi móti børnum eru eisini ólógligar
Hægstirættur í Danmark hevur staðfest ein dóm móti manni, sum læt vitlíki gera 36.000 myndir av ágangi móti børnum
Hægstirættur hevur staðfest dómin hjá landsrættinum, sum gav manninum hálvtannað ára treytaleysa fongsulsrevsing.
Mynd: Ida Marie Odgaard, Ritzau Scanpix  
 
15.10.2026 - 15:13

Myndir av kynsligum ágangi móti børnum eru ólógligar - eisini tá tær eru gjørdar við vitlíki.

Tað hevur Hægstirættur staðfest í einum dómi í dag, skrivar DR.

Málið snýr seg um ein 31 ára gamlan mann úr Randers, sum við vitlíki hevur gjørt meira enn 36.000 myndir av kynsligum ágangi móti børnum, og breitt tær út á netinum.

Málið hevur vakt ans, tí tað hevur verið umrøtt sum eitt av teimum fyrstu um tilfar av kynsligum ágangi, sum er gjørt við hjálp av vitlíki.

 

Eingin munur

Maðurin hevur ført fram, at hann ikki hevur brotið revsilógina, tí børnini á myndunum ikki eru verulig.

Men tað ger ongan mun, staðfestir Hægstirættur.

Tað skal nevniliga ikki hava ávirkan á revsingina, um børnini á myndunum eru verulig, ella gjørd av vitlíki.

Hægstirættur hevur tí staðfest dómin hjá landsrættinum, sum gav manninum hálvtannað ára treytaleysa fongsulsrevsing

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715