Eingin játtan til TUTL næsta ár

Eingin játtan til TUTL næsta ár
Tað hevur givið okkum dirvi til at royna at røkka longur út í heim, sigur sjórin í TUTL. Felagið hevur fingið stuðul í tvey ár, men eingi útlit eru til játtan er næsta ár
15.10.2026 - 19:30

- Tað er nokkso undarligt. Vit hava arbeitt nøkur ár fyri at fáa játtan á fíggjarlógini. Tað eydnaðist endiliga í 2025. Vit hava so fingið 500 túsund krónur í 2025 og tað sama 2026 at arbeiða við.

Tað ljóðar annars so flott í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.

Áhugafelagið TUTL er grundleggjandi partur av undirstøðukervinum fyri føroysku tónleikavinnuni. Stuðulin verður við til at fíggja arbeiðið hjá TUTL sum liður í føroyska tónleikaútflutninginum.

Stuðulin verður umsitin sambært reglugerð.

Eingin játtan er til endamálið í 2027.

Kelda: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2027, s. 183

Nógv kenna kanska TUTL sum ein handil á Áarvegnum í Havn, men tað er so nógv meiri enn tað.

- Sjálvandi selja vit her. Tað er samstundis eitt slag av sendistovu fyri føroyskan tónleik, tí tað er tað einasta staðið, har mann kann síggja tað. Mann kann fara á bókasavnið, men kann mann síggja tað heila, mann kann keypa tað, hoyra tað og fáa kunning frá teimum sum arbeiða her og vita nógv um tónleik.

Nógv komið burtur úr játtanini
Kristian Blak sigur, at nógv er komið burtur úr teimum pengunum, sum higartil eru játtaðir til TUTL.

- Vit hava havt dirvi til at seta fleiri fólk, og vit hava drivi til at taka fleiri messur kring heimin, har vit fara. Ein sølustevna er ikki burturav fyri at selja. Tað er eisini fyri at vera partur av einum netverki. Sleppa vit tí, so eru vit gloymd innanfyri eina ella tvær sesengur. Soleiðis eru umstøðurnar.

Men tað verður ikki tað sama, um játtanin verður skerd.

- Verður játtanin burtur, so mugu vit broyta okkara ætlanir. Sum sagt, so hava vit júst sett ein til at taka sær av fleiri uttanlandstiltøkum. Tað mugu vit kanska skerja. Vit geva ikki bara upp soleiðis, men t.d. at fara til Japan, tað er ein stór avbjóðing fíggjarliga. Tað sama við Kina, sum vit ikki hava nakað samband við, sum nú er.

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938