Finnland kann forða fyri fullum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum

Finnland kann forða fyri fullum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum
Finnland kann gerast størsta forðingin fyri fullum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum á ársfundinum hjá ráðnum, sum verður seinni í mánaðinum
Johan Dahl er fyrrverandi limur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.
Mynd: Savn  
 
15.10.2026 - 17:57

Um minni enn tvær vikur verður ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum, har ynskið hjá Føroyum um at gerast fullgildugur limur skal til viðgerðar. 

Fyri Føroyar er hesin fundurin serliga áhugaverdur, tí á hesum fundinum verður føroyska ynskið um at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum tikið upp til viðgerð.

Í oktober 2024 var eitt tilmæli um broytingar í Helsingfors-sáttmálanum, sum í løtuni forðar fyri føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, einmælt samtykt á ársfundinum í Reykjavík. Síðani varð ein nevnd sett, sum skal koma við einum endaligum tilmæli til ársfundin í Helsinki, sum verður nú seinni í mánaðinum.

Í løtuni kann Finnland verða snávingarsteinurin, sum steðgar føroyskum limaskapi, sigur Johan Dahl, fyrrverandi limur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1838184

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688