Breddin: Rúsevnismisnýtsla og fiskavirkisskipanin

Breddin: Rúsevnismisnýtsla og fiskavirkisskipanin
Tvey evni eru í sendingini í dag
Leivur Halldórsson er rúsevnismisnýtari, og í gjárkvøldið var sending í sjónvarpinum um støðuna hjá honum. Í Breddanum í dag verður farið aftur um sendingina.
Mynd: Bárður Veihe  
 
16.10.2026 - 08:36

- Støðan hjá teimum, sum misnýta rúsevni,  er ikki nøktandi, tí vit duga ov illa at raðfesta tey, sum longu eru misnýtarar, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum.

Í sendingini í dag tosa vit við Martin Kúrberg, sum sjálvur var misnýtari í nógv ár. Vit hyggja at avbjóðingum og loysnum á økinum - og vit fara aftur um sendingina "Leivur vil liva", sum var í sjónvarpinum í gjárkvøldið, og sum setur sjóneykuna á júst hesi viðurskiftini. 


Fiskavirkisskipanin 

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Margit Stórá, ætlar at gera broytingar í fiskavirkisskipanini. 

Men hvat siga fyritøkurnar, sum í dag fáa gagn av skipanini, og hvat sigur ALS-stýrið? 

Breddin klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715