Allir føroyingarnir vunnu í Champions League

Allir føroyingarnir vunnu í Champions League
Jóhan á Pogv Hansen varð toppskjútti hjá SAH, Óli Mittún spældi aftur væl fyri GOG og Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu á Porto og eru víðari
Mynd: Casper Theilgaard/GOG  
 
16.10.2026 - 10:06

Føroysku hondbóltsspælararnir í Champions League vunnu allir í sínum dystum í gjár.

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu torføra útidystin á Porto og tryggjaðu sær pláss í røkkstøkk-umførunum í kappingini. 

Flestu álopini endaðu yviri í vinstru síðu, har Tim Freihöfer skeyt ikki færri enn 15 mál, meðan Hákun West av Teigum skoraði einaferð upp á tvær royndir á hinum vonginum í 36-33 sigrinum í Portugal.

 

Óli og Jóhan týðandi stig

Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen spældu báðir væl, tá donsku lið teirra GOG og SAH vunnu týðandi sigrar.

Bakspælarin á føroyska landsliðnum skoraði fýra mál upp á tær fýra skotroyndirnar, sum hann hevði, og legði harumframt upp til trý mál í 39-30 heimasigrinum hjá GOG á Kristianstad.

Sigurin var skjótt greiður, og tí varð Óli Mittún eisini spardur fittan part av dystinum.

Jóhan á Plógv Hansen var sera beinrakin, tá SAH hølvaði franska Montpellier av á útivølli. Vongurin skoraði sjey mál upp á átta skot í 38-30 sigrinum hjá dønunum, sum eins og GOG eru ein sigur frá at spæla seg víðari.

 


Eingi føroysk mál eru í samandráttunum av Füchse Berlin og GOG, men omanfyri síggjast góð mál hjá Jóhan á Plógv Hansen ímóti Montpellier.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858