Mæla parlamentinum til at játta pening til undirsjóvartunlar

Mæla parlamentinum til at játta pening til undirsjóvartunlar
Tunlarnir, sum ætlanin er at byggja í Hetlandi, verða mettir at kosta 8,7 milliardir krónur í okkara peningi
Skotlandsnevndin brúkar Føroyar sum fyrimynd, nú ætlanin er at byggja undirsjóvartunlar í Hetlandi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.10.2026 - 12:00

Skotlandsnevndin í bretska parlamentinum mælir bretsku stjórnini til at játta pengar til tveir undirsjóvartunlar.

Ætlanin er fyrst at gera ein tunnil millum hetlendska meginlandið og oynna Yell, og síðani ein tunnil víðari til Unst, skrivar Shetland News. 

Tunlarnir kunnu millum annað forða fyri, at fólk flyta úr oyggjunum, sigur Skotlandsnevndin. 

 

Føroyar fyrimynd

Nevndin brúkar Føroyar sum fyrimynd og sigur, at tað er rætt at byggja tunlar við atlit at fólkinum í oyggjunum, og ikki bert við peningaligum vinngingi fyri eyga. 

Skotska stjórnin hevur játtað 23 milliónir pund, stívliga 200 mió. í okkara pengum, næstu trý árini til tunnilin til Yell, men eingin langtíðarfíggjarætlan er til verkætlanina. 

Tunlarnir verða mettir at kosta meira enn eina milliard pund, okkurt um 8,69 milliardir krónur, og enn er eingin endalig fígging fingin til sjálva byggingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688