Djúpvatnsbumba frá krígsárunum skal spreingjast í Viðvík

Djúpvatnsbumba frá krígsárunum skal spreingjast í Viðvík
Fólk frá Arktisk Kommando eru í dag farin til Viðvíkar at spreingja eina djúpvatnsbumbu, sum stavar frá einum bretskum hernaðarflogfari, ið datt niður har í 1943
Soleiðis sær djúpvatnsbumban í Viðvík út. Hon hevur ligið har síðan 1943
Mynd: Privat  
 
17.10.2026 - 14:13

Ein djúpvatnsbumba hevur ligið í Viðvík í yvir 80 ár, men í dag skal hon spreingjast.

Eftir ætlan skuldi ein djúpvatnsbumba spreingjast um eitt-tíðina nú seinnapartin, men vánaligt telefonsamband er á leiðini, so enn vita vit ikki, um bumban er sprongd.

Fólk, sum eru kend í Viðvík, hava eisini boðað frá, at eitt skriðulop hevur verið í økinum í vikuni. 

Tí mugu fólkini frá Arktisk Kommando fyrst tryggja sær, at bumban ikki liggur undir mold, eyri og gróti.

Tað sigur Bárður Sandá, ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum.

Harumframt skal ein annar lutur kannast, sum eisini kann innihalda spreingievni.

 

Átta fólk doyðu í flogvanlukkuni
Tað var langafríggjadag, 23. apríl 1943, at eitt bretskt Catalina-flogfar datt niður í Viðvík.

Í bókini Stríðsárini greiðir Niels Juel Arge frá, at Søren Sørensen av Viðareiði var í haganum hendan dagin og hugdi eftir seyði, tá hann hoyrdi eitt buldur, og sá flogfarið renna á eina rók.

Hann boðaði frá vanlukkuni, og menn fóru at leita eftir fólkunum umborð.

Men eingin slapp livandi frá vanlukkuni. Átta fólk lótu lív.

 

Hoyr innslag her:

Bumba_i_Vidvik_kl_1220

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302