- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skotglaður Boas gav H71 gott evropeiskt útgangsstøði

Boas Ellefsen á Skipagøtu var her, har og allastaðni, tá H71 vann 34-27 á kroatiska Trogir í 2. umfari av European Cup og tryggjaði sær gott útgangsstøði til returdystin á útivølli.
Evnaríki bakspælarin skoraði ikki minni enn 11 mál, og skeyt ikki minni enn 18 ferðir í fyrra dystinum millum liðini í Hoyvík. Fýra av málunum komu av sjey metra blettinum. Harumframt legði unglingin upp til fimm av málunum hjá liðfeløgunum.
Hoyvíkingar vóru á odda við tveimum í steðginum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var bert eitt mál á muni. Tað vóru seinastu fimm minuttirnir, sum gjørdu, at H71 nú má metast sum favorittur at fara víðari. Ta løtuna vunnu hoyvíkingar 6-1, og so vóru sjey mál á muni millum liðini áðrenn seinna dystin um eina viku.
Helgi Hildarson Hoydal skoraði fimm mál, og Sofus í Selvindi, Høgni Heinason og Súni Dalsgaard skutu fýra í part.



























