Sement 2026: Flákra og Krasj víðari í tónleikaligari arvafylgju

Sement 2026: Flákra og Krasj víðari í tónleikaligari arvafylgju
Abbadóttir Simma, sonur Niels Arge Galán og sonur Jóannes Andreasen vóru øll á pallinum, tá Flákra og Krasj spældu seg í finaluna úr triðja umfari í Sement
Krasj krassjaði Sement og spældi seg í finaluna
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
17.10.2026 - 22:38

Triðja umfar av Sement var eins fjøltáttað og tey bæði undanfarnu umførini, og støðið var eisini høgt. 

Í grundini var triðja umfar eitt slag av føroyskari tónleika arvafylgju, tí á pallinum stóðu eitt nú sonur Niels Arge Galán, abbadóttir Simma og sonur Jóannes Andreasen. Og mann kundi blivið við, tí dóttir Eyðun Miðberg var har, sonur Niels Una Dam, og so framvegis.

Kvøldið bjóðaði eisini upp á gleðina við at síggja fólk aftur, ið ein ikki hevur sæð á palli leingi. Á odda fyri Reyn stóð Dávur á Reynatrøð, sum hittaði stórt við VSJ fyri átta árum síðani við eitt nú "Something Magical". Eisini aðrir limir í VSJ spældu við Reyn.


Tróndur Galán, ein av oddamonnunum í Høgg og Slokk, ið er sonur Niels Arge Galán í 200, hevði massar av rokkattitudu við sær á pallin. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Rátt og gott

Kvøldið var eisini ein góð blanding av tí væl skúlaða og tí ráa, har L.A.D.Y. og Flákra borðreiddu við stórum tónlistarligum tilviti og førleikum, meðan Høgg og Slokk og Krasj vóru góð umboð fyri tað ópoleraða og ráa. Reindyrkaði kjallaorkestur. 

Flákra var alt annað enn flákrandi, meðan Eija var húðleys erligt. 

Tá avtornaði vóru tað flákrandi Krasj og Flákra, ið spældu seg í finaluna. 

Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, Flákra. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

 

Bodil fekk wild card

Sum siðvenja er, so góvu dómararnir aftur í ár einum luttakar, sum ikki var komin í finaluna, eitt sonevnt wild card. 

Ársins wild card fekk sera dugnaliga og inniliga Bodil, ið luttók í øðrum umfari. 

Bodil, Sement 2026

Frítekst tagging: 

Bodil á Boðanesi fekk ársins wild card frá dómarunum (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Harvið hava hesi spælt seg í finaluna, sum verður næsta leygarkvøld 24. oktober:

Nettup
Eimyrja
Gaia
Alto
Krasj
Flákra
Bodil

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329