Sement 2026: Vakurleikin og Beistið funnu hvørt annað í triðja umfari

Sement 2026: Vakurleikin og Beistið funnu hvørt annað í triðja umfari
UMMÆLI: Flákra og Krasj, ið tónlistarliga eru sum Vakurleikin og Beistið úr kenda ævintýrinum hjá de Villeneuve frá 1740, spældu seg í finaluna úr triðja undanumfari av Sement
Tina Mellemgaard er onnur helvtin av duo-ini Flákra, sum spældi seg flúgvandi í Sement-finaluna
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
18.10.2026 - 23:00

Tónleikakappingin Sement eru upp á nógvar mátar ein tónleikalig útgáva av kendum ævintýrum, sum Disney hevur gjørt til teknifilmar.

Orsøkin til, at vit hvørt leygarkvøld seta okkum spent at hyggja eftir Sement, er vónini um at síggja ein frosk blíva til ein prins, Øskufíu fáa sín prins, og at onkur skal vekja Tornurósu úr hennara djúpa svøvni.

Á sín sermerkta hátt, so skuffar Sement okkum ongantíð, tí hvørt ár fáa vit eitt sindur av øllum hesum.


Dan Eyðun Karbech Saxov og Loella Marcimain Klintberg, sum manna L.A.D.Y., eru par, og tað sást aftur í hugtakandi samanspælinum teirra millum á pallinum (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Frúan og Flakkarin

Triðja umfar byrjaði í roynd og veru eisini sum ein Disney-filmur, tá føroyski-svenski bólkurin L.A.D.Y. fór á pallin. 

Framførslan hjá L.A.D.Y. livdi uppá fleiri mátar upp til søguna hjá Ward Greene um hundarnar "Lady and the Tramp" ("Frúan og flakkarin"), ið Disney gjørdi til heimskenda teknifilmin. Okkurt kundi bent á, at bólkurin beinleiðis hevur tikið navnið frá kenda Disney-teknifilminum. 

Dan Eyðun Karbech Saxov og Loella Marcimain Klintberg eru par, og tað sást aftur í hugtakandi samanspælinum teirra millum á pallinum. Tónleikurin var spagettið, sum bant tey saman, ljóðførini vóru sum kjøtfrikadellurnar, ið tey skumpaðu sínámillum, og so vóru eyðkendu, kærleiksfullu eygnabráini, eisini har.

Øgiliga harmiligt, at L.A.D.Y. ikki bleiv unt eitt pláss í Sement-finaluni, tí bólkurin borðreiddi við ein slagi av listafínum, modernaðum elektroniskum tónleiki, sum vit hoyra alt ov sjáldan á føroyska tónleikapallinum. Tað hevði klætt Sement at havt L.A.D.Y. við í finaluni.

Men eingin nýtist tó at óttast, at L.A.D.Y. hvørvur eins skjótt og bólkurin kom fram, bara tí hann ikki kom í Sement-finaluna. 30. oktober gevur L.A.D.Y. út sítt fyrsta staklag, "Scary Movies", á Tutl. 


Dávur á Reynatúgv á odda fyri Reyn. Um tú heldur teg kenna Dáva aftur, so er tað tí, at hann eisini stóð á odda fyri VSJ (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Ársins Tónurósa

Í fjør hevði sangarin og sangskrivarin Hans Andrias ligið tónlistarliga í dvala í rættiliga langa tíð, tá hann, sum ein onnur Tornurósa, bleiv vaktur úr sínum tónlistarliga tunga svøvni til Sement, ið hann eisini vann. 

Leiklutin sum Tornurósa í ár hevði Dávur á Reynatrøð, ið vit øll kenna frá kenda bólkinum VSJ, ið hittaði stórt í Føroyum fyri átta árum síðani við eitt nú "Something Beautiful". Í triðja umfari av Sement, kom Dávur sum ketta úr høvdatrogi upp aftur á pallin saman við bólkinum Reyn. 

Tónleikurin var lættur, glaður og lívsjáttandi poppur, sum sanniliga eisini var persónligur og snúði seg um lívið, soleiðis sum liminir í Reyn uppliva tað, nú teir eru um tey tríati. "29 ár er ikki ein og hvør aldur."

Hóast tað ikki rakk til eitt finalupláss fyri Reyn, so gav framførslan okkum tónleikaáhugaðum vón um at síggja og hoyra meira til dámliga leirvíkingin og hansara menn, ið so eyðsæð stórtrívast á einum palli.  


Á odda fyri Krasj gongur nýggja stjørnuskotið á føroyska rokkpallinum, Rókur Dagbjartsson Kjærbæk, ið eisini er oddamaður í grungbólkinum Cork (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Krasj var beistagott

Punkbólkurin Krasj og dreymapopp-dou-in Flákra vóru ikki bara greipaðar saman í skránni til triðja umfar av Sement 2026. Tónleikaliga høvdu tey eisini leiklutinir sum Vakurleikin og Beistið úr kenda Disney-teknifilminum, ið byggir á ævintýr "La Belle et la Bête" hjá Gabrielle-Suzanne Barbot de Villeneuve frá 1740. 

Eins rá, rokalig og rótutt sum framførslan hjá Krasj var, har útgerðin hjá gittarleikaranum sjálvandi krassjaði, eins vøkur, sveimandi og lítaleys var framførslan hjá Flákra. Men tað fantastiska er, at í síðsta enda funnu júst hesi bæði, Vakurleikin og Beistið, hvørt annan og fingu bæði eitt pláss í Sement-finaluni. Um tað ikki er eitt ævintýr, so veit eg ikki, hvat er. 

Á odda fyri Krasj gongur nýggja stjørnuskotið á føroyska rokkpallinum, Rókur Dagbjartsson Kjærbæk, ið eisini er oddamaður í spennandi grungbólkinum Cork, sum luttók í øðrum umfari av Sement 2026. Rókur tykist vera ein motorur fyri eitt nýtt ættarlið av ungum føroyskum rokktónleikarum. Hann er frískliga ósmæðin, og tað er eyðsæð, at tað er einki, ið Rókur tímur betur, enn at standa á einum palli og spæla rokktónleik. Tað er alt for feitt. 

 

Flákran bleiv til sveiman

Kappingina um at gerast Vakurleikin í ársins útgávu av Sement hevur dreymapopp-dou-in Flákra við Tinu Mellemgaard og Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge langt síðani vunnið.

Framførslan hjá Flákra bleiv til eina sveimandi ferð inn í eina dreymaverð. Tað kendist eins og at leggja seg í eina song við nýggjum seingjarklæðum og dýnum og koddum, sum nýliga eru luftað út. 

Tað er eyðsæð, at Flákra stendur á herunum hjá risum innan lovsongspallin her heima, eitt nú hjá stóra meistaranum MC Restorff. Serliga Tina Mellemgaard hevur sína tónleikaligu uppaling í City Church. Tað gjørdi ikki lovsongskensluna minni, at framførslan eisini byrjaði við einum vitnisburði um upphavið til navnið hjá bólkinum. 


Sveimandi dreymapoppurin hjá Flákra rúnarbant dómsnevndina (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Gjøgnumsúrgað musikalskt

Tá tað er sagt, so var Flákra gjøgnumsúrgað musikalskt, og tað gjørdi ikki úttrykkið hjá Tinu og Bjørk verri, at tær høvdu fingið tvey so dugnalig fólk sum Vár Miðberg og Árna Jóhannesson við sær á pallin at spæla ávikavist trummur og bass.  

Størsta avbjóðingin hjá Flákra er, at tað ljóðar kanska er so pent og so vakurt, at tað lættliga kann blívur eitt sindur keðiligt.

Men spurningur kann ikki setast við um tað var gott og væl spælt hjá teimum. Tað var veruligur vakurleiki. 

 

Øllum tørva ein eyka kjans

Klárt djúpastu framførsluna í triðja umfari av Sement átti Eija. Á odda fyri bólkinum stendur Terji Þór Brynjarsson, sum fyri átta árum síðani hittaði Terji við sanginum "Mjørkadal", ið var ein persónligur sangur um at sita inni í Arrestini í Føroyum. 

Átta ár seinni møtti Terji upp til Sement, saman við systrini Ásu Helenu Brynjardóttir og Leo Lávík, átta ár klókari við einum greiðum boðskapi um, at øllum tørvar ein eyka kjans her í lívinum. Áðrenn framførsluna handaðu Terji og vinfólk økt tekstunum út til fólk í Reinsarínum, sum var ein eftirgerð av ørkunum við sálmum, sum ein fær til jarðarferðir. 

"Eg eri troyttur av at jarða fólk, ið eg eri góður við, og eg vil ikki hava, at mamma mín skal jarða meg," endurgav Terji Leiv Haldórsson úr dokumentarsendingini "Leivur við liva" hjá KVF, áðrenn hann tendraði eitt ljós við orðunum: "Vit mugu vera góð við hvønnannan heldur enn at døma hvønnannan." Síðani spældi hann sangin "Kirkjugarðskongurin".

Eija var ein sannførandi og ektað rødd fyri tey, ið ofta onga rødd hava í samfelagnum. Vónandi fara vit at hoyra meira til Terja og Eija.  


Hin sera gátuføri og kuli Tróndur Galán, ið goymdi seg aftanfyri myrkar 90ára sólbrillur og ein slitnan kovboyhatt, á odda fyri Høgg og Slokk (Mynd: Tordis Vang Guttesen) 

 

Kultin Høgg og Slokk

Kanska mest áhugaverdu framførsluna í triðja umfari hevði fullkomiliga ókendi og uppaftur meira gátuføri bólkurin Høgg og Slokk. 

Knút Háberg Eysturstein, viðmerkjari í sjónvarpinum, lýsti øgiliga væl framførsluna hjá Høgg og Slokk. 

"Hatta kendist sum at hoyra ein kultbólk av onkrum slagi, men eg havi ongantíð hoyrt teir áður. Tað er nokk so áhugavert at leggja út við at vera eitt kultorkestur. Hatta var alternativur rokkur og postpunk við einari tilgongd, ið sigur, at teir ikki vóru komnir her fyri at undirhalda tykkum, men fyri at spæla okkara tónleik. Take it or leave it."


Høgg og Slokk er nærmast ein kultbólkur, áðrenn hann yvirhøvur bleiv ein bólkur, helt Knút Háberg Eysturstein, viðmerkjar í sjónvarpinum (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Gátuføri Galán

Hvør fuglur syngur við sínum nevi, og ein skal vera varin við at kippa ein fugl ov tíðliga. Men onkursvegna er tað torført at koma uttan um ta sannroynd, at framførslan og úttrykkið hjá Høgg og Slokk stóð sterkasta, tá hin sera gátuføri Tróndur Galán, ið goymdi seg aftanfyri myrkar 90ára sólbrillur og ein slitnan kovboyhatt, sang. 

Talentið hjá Tróndi er eyðsæð, og um nakar helt, at hann ljóðaði sum Niels Arge Galán úr 200, so er tað tí, at hann er sonur Niels. Í grundini var tað ikki bara ljóðið á røddini, ið gav ábendingar um Galán-arvafylgjuna, tí hann segði eisini ting, sum Niels kann finna upp á at siga, eitt nú "Erling Perlig Erling Perlig". Ja, sjálvt eyðkenda Galán-hostið millum sangirnar hevði spennandi ungi maður tikið til sín.

Bodil, Sement 2026

Frítekst tagging: 

Bodil á Boðanesi var sera sannførandi í øðrum umfari av Sement, hóast hon fyrst bleiv vrakað. Men nú hevur hon fingið eitt wild card til finaluna (Mynd: Tordis Vang Guttesen)​

 

Bodil Øskufía

Leygarkvøldið fall leikluturin sum Øskufía Bodil á Boðanesi í lut. 

Bodil bleiv fyrst vrakað av einari óndari dómsnevnd í øðrum umfari, hóast hennara sannførandi framførslu. Harvið slapp Bodil í fyrstu syftu ikki við til stóru Sement-finaluveitsluna í Reinsarínum um eina viku. 

Men sum góða dísin kundi dómsnevndin brádliga, við einum sveipi við gandastavinum, ganda fram eitt wild card fram til Bodil, so hon alíkavæl sleppur í stóru veitsluna um eina viku. Flott.

TON00275

 

Hvat: Sement 2026
Hvar: Í Reinsarínum, sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Øll leygarkvøld í oktober kl. 20
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Niels Arge Galán, Anna Iachino, Danny Baldursson, Ísak Sambleben, Glenn Larsen og Páll Oddur Rubeksen.
Vertur: Lillian Dalsgaard
Sjónvarpsvertir: Rebekka Manuela Behrens & Finnur Koba
Reportari: Bjartur Sigmundarson

 

Treytir fyri luttøku:

  • Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella hava fast tilknýti til Føroyar.
  • Framførslan má í mesta lagi vara 12 minuttir.
  • Øll løg skulu vera egin løg og ikki útgivin frammanundan.
  • Ein tónleikari kann luttaka í upp til trimum bólkum. Tó kunnu í mesta lagi tveir tónleikarar ganga aftur í somu bólkum.
  • Hevur ein bólkur vunnið Sement, skulu fimm ár ganga, áðrenn sami bólkur kann luttaka aftur.

 

Vinningar:

  1. vinningur: 30.000 kr.
  2. vinningur: 20.000 kr.
  3. vinningur: 10.000 kr.

    Umframt pengavinningarnar, so velja Spot festivalurin í Danmark, G! festivalurin í Gøtu og Voxbotn í Havn hvør sín luttakara til skránna komandi ár.  

 

Sement-vinnarar:
2025: Hans Andrias
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar 
2022: Marius DC 
2021: Joe & The Shitboys 
2020: Tamara 
2019: Reality Bites 
2018: Fróði Bjarnason 
2017: Jasmin 
2016: Blusette 
2015: Konni Kass 
2014: Lyon and The Color Storm 
2013: The Absent Silver King 
2012: Sleepless Ghosts 
2011: Guðrun & Bartal 
2010: Hamferð 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101