- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flyta ikki aftur til Grønlands
Flyta ikki aftur til Grønlands
Okkurt um 1.500 fólk flyta úr Grønlandi til Danmarkar um árið

Nuuk. Okkurt um 1.500 fólk flyta úr Grønlandi til Danmarkar um árið. (Savnsmynd)
23.10.2026 - 14:56
Eisini í Grønlandi gera høgir prísir og bústaðatrot, at fólk flyta ikki heimaftur.
Okkurt um 1.500 fólk flyta úr Grønlandi til Danmarkar um árið.
900 koma úr Danmark til Grønlands.
Tað stendur í nýggjari frágreiðing.
Almannamálaráðið í Danmark læt hana gera eftir áheitan frá Nordatlant-puljen, sum danska stjórnin letur 30 mió. kr. í um árið.
Frágreiðingin sigur, hvat eyðmerkir tey, sum flyta úr Grønlandi til Danmarkar.
Hon vísir eisini munin á tilveruni í Danmark og í Grønlandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























