NSÍ er aftur føroyameistari

NSÍ er aftur føroyameistari
Heili 19 ár eftir søguliga føroyameistaraheitið í 2007 eydnaðist tað aftur NSÍ at vinna gullið. Petur Knudsen, sum eisini varð útvístur, javnaði ímóti HB, og tað var nóg mikið
Mynd: Savn: Leit/Finnur Justinussen  
 
25.10.2026 - 18:14

NSÍ er aftur føroyameistari í bestu mansdeildini.

HB var leingi á odda, men liðskiparin hjá runavíkingum, Petur Knudsen, javnaði fimm minuttir fyri leiklok, og tað var nóg mikið hjá NSÍ, sum fekk sítt fyrsta FM-gull síðan 2007.

Lagt var upp til brak við Løkin, og heimaliðið legði út sum eitt óløgi, men tað eydnaðist ikki at skora uppá teir fyrstu kjansirnar.

HB spældi seg so líðandi inn í dystin, og eftir steðgin tóku gestirnir yvir. Tá ein tími varð spældur, skoraði Ebiye Moses til stóran skelk millum tey gulu. Samstundis var KÍ frammanfyri í Havn, og tí varð avgerðin júst tá útsett til síðsta umfar.

Heini Sørensen var sentimetrar frá at avgera fyri HB, tá hann rakti stongina, men eftir nakrar tungar løtur við Løkin ígjøgnum árini stóð tað mestsum skrivað í stjørnunum, at tað skuldi eydnast hesa ferð.

Petur Knudsen hevur tikið ábyrgdina sum liðskipari, og toppskjúttin hjá NSÍ javnaði, tá hann stóð leysur og sendi innleggið frá Tobias Hestad í netið úr stuttari frástøðu.

Løtu seinni varð hann útvístur, men tað løgdu hann, liðfelagarnir og viðhaldsfólkini einki í, tí minuttir seinni ljóðaði seinasta bríksl, og annað FM-gullið í søguni og hitt fyrsta í 19 ár var veruleiki við Løkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329