Steðgur í samráðingunum hjá Pedagogfelagnum

Steðgur í samráðingunum hjá Pedagogfelagnum
Nøkur viðurskifti skulu fáast upp á pláss fyrst, sigur forkvinnan í felagnum
Sanna á Løgmansbø er forkvinna í Pedagogfelagnum.
 
26.10.2026 - 13:11

- Nøkur viðurskifti skulu fáast upp á pláss, áðrenn vit kunnu fara víðari við sáttmálasamráðingunum.

Tað sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Sáttmálarnir hjá Pedagogfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fóru úr gildi 1. apríl í ár, men enn er eingin nýggj semja komin í lag.

Partarnir hava avtalað at hittast aftur í næstum.

Hoyr samrøðu við forkvinnuna í Pedagogfelagnum í úvarpstíðindunum:

 

26102026_Sanna

 

Gongd í øðrum samráðingum

Eisini Føroya Lærarafelag og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðinga samráðast um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin hjá Lærarafelagnum fór úr gildi 1. oktober í fjør og sáttmálin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fór úr gildi 1. januar í ár.

 


Jacob Eli S. Olsen.
 

Jákup Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur við Kringvarpið, at gongd er í sáttmálasamráðingunum. Felagið hevur havt fund við Fíggjarmálaráðið, og avtalað er at hittast aftur um einar tvær vikur.

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at tey hava avtalað fund við Fíggjarmálaráðið fyrst í november, og at gongd er í samráðingunum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542