- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrireikar lógaruppskot um barnaváttan

Barnaváttanin er ikki við á listanum yvir lógaruppskot, sum løgmaður hevur boðað frá fara at koma fyri tingið í hesi tingsetuni. Men tað merkir ikki, at málið er slept, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.

-Eg taki undir við, at barnaváttanir verða kravdar, og fari at taka spurningin upp við umsitingina beint eftir summarfrítíðina, sigur hann.

Annika Olsen ætlaði eisini

Fyri tveimum árum síðani fór táverandi landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, undir at fyrireika lógaruppskot um barnaváttan. Men tað lógaruppskotið kom ongantíð fyri tingið.

Løgtingið fer í næstum at viðgera spurningin um barnaváttanir. Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin, fer at leggja eitt uppskot fyri tingið um at heita á landsstýrið um at seta í verk barnaváttanir.

Ivast í ætlanum hjá landsstýrismanninum

Rigmor Dam sigur seg ivast í, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við málið, tí tað ikki er við á listanum yvir lógaruppskot, ið skulu fyri tingið í hesi setuni. Tí hevur hon tikið stig til at fáa spurningin um barnaváttanir viðgjørdan í tinginum.

Síðani 2005 hevur verið álagt donskum arbeiðsgevarum at krevja barnaváttan, tá teir seta fólk í starv, har tey hava beinleiðis samband við børn undir 15 ár.

Barnaváttanin vísir, um starvsfólkið hevur dóm fyri at hava gjørt seg inn á børn, um tað hevur víst fyri sær ella hevur havt barnaporno um hendi.