Stórar mótmælisgongur í Italia

Stórar mótmælisgongur í Italia
Meira enn 100.000 fólk mótmæltu politikkin hjá høgrastjórnini hjá Giorgiu Meloni, forsætisráðharra
Mynd: Alberto PizzoliAFPRitzau Scanpix  
 
30.10.2026 - 18:32

Stórar mótmælisgongur hava verið at sæð á gøtunum í Italia ídag.

Meira enn 100.000 fólk mótmæltu politikkin hjá høgrastjórnini hjá Giorgiu Meloni, forsætisráðharra.

Tað skrivar NRK, sum vísir til NTB-tíðindastovuna.

Mótmælisgongur vóru í meira enn 50 italskum býum, og tær størstu vóru í Róm, Milano, Napoli og Torino.

Tað var yrkisfelagið USB, sum skipaði fyri mótmælunum, men bæði skúlanæmingar og lesandi vóru eisini við.

Sambært yrkisfelagnum vóru minst ein millión fólk á gøtunum, men ósemja er um talið.

Løgreglan hevur ikki upplýst enn, hvussu nógv fólk vóru við.

Nógv løgreglufólk vóru til arbeiðis, men tað gekk sum heild friðarligt fyri seg.

Nakrir samanbrestir vóru tó millum løgregluna og mótmælisfólk í Torino og øðrum býum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723