- Tíðindi, mentan og ítróttur
Small States: Mia og Sanna sendu Føroyar í finaluna

Tvíburðasystrarnar Mia og Sanna Thorkildshøj vunnu fimta og avgerandi dystin í hálvfinaluni ímóti Luksemborg og sendu Føroyar í finaluna í Small States-kappingini.
Fill Felten og Zoé Sinico máttu lúta fyri føoyingunum, sum vunnu í tveimum settum 15-9 og 15-12 og avgjørdu javna liðdystin, sum endaði 3-2.
Føroyar fingu góða byrjan, tá Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnu 2-0 á luksemborgska parinum í blandaðum tvímansleiki, men Christian Berg Petersen tapti einmansleikin í tveimum settum.
Miriam í Grótinum var aftur á vøllinum til einmansleik við kvinnum og vann 15-8, 15-12 á Dariu Demchykhina, og so var 2-1 til Føroyar.
Luksemborg javnaði aftur, tá Yannick Feltes og Jérôme Paquet vunnu 2-0 á Magnusi Dal-Christiansen og Rúna Øster, men Mia og Sanna Thorkildshøj hildu høvdið kalt og tryggjaði Føroyum finaluplássið.
Ísland, sum føroyingarnir vunnu á í bólkaspælinum, verður mótstøðuliðið í finaluni, og lagt verður upp til satt grannabrak í morgin klokkan 13.00 í høllini á Hálsi.
Ísland vann Small States-kappingina í 2024, og Føroyar hava ongantíð fyrr vunni heiðursmerki. Í morgin verður tað annaðhvørt gull ella silvur.



























