- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðsluóhapp í Leirvík: Politiið ger kanningar
Ferðsluóhapp í Leirvík: Politiið ger kanningar
Tríggir bilar vóru í óhappinum og trý fólk vóru flutt á landssjúkrahúsið

Politiið er ikki liðugt at kanna málið enn sigur vakthavandi.
Mynd: Savnsmynd
01.11.2026 - 10:40
Tað tók hálvan annan tíma til Leirvíkstunnilin aftur var opin fyri ferðslu eftir ferðsluóhappið við tunnilsmunnan í gjárkvøldið.
Politiið fekk fráboðan um hálvgum sjey tíðina.
Tríggir bilar vóru í óhappinum og trý fólk vóru flutt á landssjúkrahúsið.
Tann eini bilurin hevur árent hinar báðar bilarnar.
Ein bilur gjørdist vrak av óhappinum, hinir báðir vórðu fluttir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























