- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar máttu lúta fyri Íslandi í finaluni

Føroyska badmintonlandsliðið mátti lúta fyri Íslandi í finaluni í Small States-kappingini, sum hevur verið í høllini á Hálsi í Havn um vikuskiftið.
Føroyar vunnu á grannunum í bólkaspælinum, men í finaluni var Ísland sterkari og avgjørdi uppá fýra dystir.
Sterkasta føroyska parið legði fyri í blandaðum tvímansleiki. Rúni Øster og Miriam í Grótinum stríddust eisini av øllum alvi, men taptu kortini 2-1. Íslendingar vunnu fyrsta setti 15-11, áðrenn føroyingarnir svaraðu aftur við 15-12 sigri í øðrum setti.
Tað eydnaðist kortini ikki at javna, tí Davíð Bjarni Björnsson og Arna Karen Jóhannsdóttir vunnu avgerandi setti 15-12. Í einmansleiki hjá monnum tapti Jafet Rasmussen 2-0 (15-11, 15-10), áðrenn Ranja Joensen minkaði um munin við tryggum 2-0 á Hrafnhildur Eddu Ingvarsdóttir.
So livdi vónin um gullið aftur, men í tvímansleiki við monnum lótu Davíð Bjarni Björnsson og Kristofer Darri Finnsson lótu ongan iva vera um, at teir vildu tryggja íslendingum gullið. Teir vunnu ikki minni enn 15-0 og 15-5 á Magnusi Dal-Christiansen og Rúna Øster og so var 3-1 og liðugt.
Føroysku spælararnir vóru vónbrotnir av avrikinum í finaluni, tí teir høvdu ætla sær gullið á heimavølli, men samstundis er silvurið besta úrslitið, sum Føroyar hava fingið í Small States-kappingini, sum var fyri triðju ferð.


























